

Suðuroyarkórið ©



Um Suðuroyarkórið
Lýsingar:


Suðuroyarkórið er stovnað í februar 2002 og eru tað fólk úr brøðrasamkomunum í Suðuroynni,
ið manna kórið. Í kórinum eru uml. 30 fólk, bæði yngri og eldri. Kórleiðari er John
í Skemmuni.
Kórið miðar eftir at syngja minst eina ferð hvørt vetrarhálvár í ymisku
samkomunum í oynni.
Sangstílurin hjá Suðuroyarkórinum er fjølbroyttur. Sungnir verða upprunaligir føroyskir sangir og útlendskir, ið eru týddir til føroyskt.
Flestu sangirnir verða sungnir saman við klaveri og bassguitari. Eisini verður onkur einstakur sungin uttan ljóðføri.
Um náði HARRANS skal eg syngja til ævigar tíðir, mann eftir mann skal muður mín kunngera trúfesti Tína.
Sálm. 89,2